Dátuverndarútbúgvingin – Practitioner
Faroe Law og Poul Schmith/Kammeradvokatin bjóða nú Dátuverndarútbúgvingina (Practitioner), sum ger teg føran fyri at handfara dátuverndarrættarligar avbjóðingar í praksis og at viðlíkahalda compliance-arbeiðið í tínari fyritøku ella stovni. Útbúgvingin er viðkomandi fyri øll, sum arbeiða við dátuvernd og compliance.

Skrá
• gera eina governanceskipan fyri dátuvernd (Privacy Program Management), so compliance-arbeiðið kann viðlíkahaldast yvir tíð,
• verkseta dátuvernd ígjøgnum dátuvernd og standardinnstillingar í fyritøkuni ella stovninum og við menning ella keypi av talgildum loysnum,
• eyðmerkja og minka um vandar fyri tey skrásettu,
• gera eina dátuviðgeraravtalu og áseta eina munadygga eftirlitsætlan við (undir)dátuviðgerum,
• gera avleiðingagreiningar, og
• handfara brot á dátutrygdina á ein munadyggan hátt.
Málbólkur fyri Practitioner
Practitioner vendir sær til tey, ið dagliga arbeiða við dátuvernd ella dátutrygd hjá almennum stovnum og myndugleikum og privatum fyritøkum. Hetta kann til dømis vera royndir DPO’ar, starvsfólk í einum DPO-líknandi leikluti ella sum arbeiða tætt saman við einum DPO, IT-dátutrygdarleiðari (CIO), compliance officer, løgfrøðingar ella aðrir ráðgevarar og fólk, ið arbeiða við dátuvernd og dátutrygd.
Tað er ikki eitt krav fyri luttøku, at man er løgfrøðingur ella hevur luttikið á Foundation.
Um tú hevur luttikið í Dataverndarútbúgvingini - Foundation, fært tú 10% avsláttur, um tú luttkur á Practitioner.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnan

Martin Sønnersgaard
Partner, Advokat

Kári Davidsen
Partner, advokat